Týskur ferðamaður breyt sær fótin í haganum

- Sjúkrabilur og bjargingarfólk vórðu send eftir manninum, sum varð fluttur á Suðuroyar Sjúkrahús til viðgerðar

Um 15.30-tíðina í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at ein ferðamaður hevði verið áhaldsin í haganum og hevði brotið sær fótin.

 

- Talan var um eitt týskt par, sum hevði verið sær ein túr í Hvannhaga. Tað var á veg omanaftur móti Tvøroyri, at maðurin var áhaldsins og breyt sær fótin.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at sjúkrabilur og bjargingarfólk vórðu send eftir manninum.

 

- Koyrt varð so langt niðan sum slapst, og síðan fóru bjargingarfólk leiðina víðari eftir ferðamanninum, sum varð fluttur á Suðuroyar Sjúkrahús.

 

Løgreglan sigur, at týsku ferðafólkini sjálvi fingu boðað frá, hvat var hent á leiðini heimaftur úr Hvannhaga, og tíbetur spældi alt væl av.