Ukraina-kríggið ávirkar úrslitið hjá Bygma

Hóast vøkstur í umsetningi fall úrslitið hjá donsku handilsketuni við byggitilfari, Bygma, 20 prosent í 2022. Afturgongdin sæst tó ikki aftur í Føroyum.

Veitingartrygdin á byggitilfarið hevur veirðmerkt av stórari óvissu sum úrsltiið av krígnum í Ukraina. Tað skrivar tíðindastovan Ritzau, sum hevur hugt í roknskapirnar hjá størsta danska handilsvirkinum í byggivinnuni, Bygma.

 

Tí hevur Bygma havt afturgongd í úrslitinum í 2022.

 

Bygma, sum selur byggitilfar bæði til vinnuna og til privat, tjenti í fjør 637 milliónir krónur. Tað er umleið 20 prosent minni enn árið fyri.

 

Men hóast úrslitið er lakari, er umsetningurin hjá Bygma vaksin. Í fjør endaði hann á 11,6 milliardum krónum. Tað eru sløk sjey prosent meira enn árið fyri.

 

Hóast samtakið tjenti færri pengar, lýsir leiðslan úrslitið sum nøktandi í ársfrágreiðingini.

 

– Hóast óvissu og avbjóðingar hevur 2022 verið eitt gott ár fyri samtakið við nógvum virksemi og einum umsetningi eins og einum úrslitið, ið er sum væntað, skrivar Bygma í ársroknskapinum.

 

Byggivinnan er millum tær starvsgreinir, sum vanliga ávirkast nógv av sveiggjum í búskapinum.

 

Bygma væntar, at hækkandi rentur og høga inflatiónin fer at føra til lægri virksemi í byggingini í Danmark í ár.

 

Tí roknar leiðslan við, at umsetningurin hjá Bygma í 2023 verður um tíggju prosent lægri enn í fjør.

 

Samstundis verður roknað við einum úrsliti fyris katt, sum er umleið 15-20 prosent lægri.

 

Lækkingin stendst sambært roknskapinum av millum øktum útreiðslum í sambandi við høgu inflatiónina.

 

Bygma-samtakið varð stovnað í 1952. Í dag er tað størsti veitari av tilfari til byggivinnuna, sum danir eiga.

 

Bygma hevur fleiri enn 100 handlar í ávikavist Danmark, Íslandi, Svørík og í Føroyum. Tilsamans starvast 2600 fólk hjá felagnum.

 

Um vit hugt verður eftir úrsltinum hjá føroysku deildini hjá Bygma, Bygma Balslev, so sær tað úrslitið munandi ljósari út. Í fjør var avlopið 24 milliónir krónur í mun til góðar 23,5 árið fyri. Tað er samstundis metúrslit hjá føroyska felagnum. Bruttovinningurin hjá Bygma Balslev vaks úr 65 milliónum í 2021 til góðar 72 milliónir í r 2022.

 

/ritzau/