Amerikanska verjumálaráðið hevur givið sína formellu tilsøgn til, at Rumenia kann keypa 32 F-35 stríðsflogfør úr USA.
Sáttmálin skal eisini góðkennast í amerikonsku kongressini, áðrenn hann er endaligur.
Rumenia er Nato-land, sum hevur mark til Ukraina, eitt nú har Donau-áin rennur út í Svartahavið.
Sagt verður, at prísurin fyri hesi 32 stríðsflogførini er 7,2 milliardir dollarar.
USA boðar frá hesi tilsøgn júst í somu viku, sum flogskiparar úr Ukraina byrja at læra seg at flúgva F-16 stríðsflogfør í Rumenia.
Tað er tíðindastovan, NTB, sum ber hesi tíðindi í morgun.