VIDEO: Erling Braut Haaland er nú søguligur toppskjútti hjá Noregi

(Video) Síggj hæddarpunktini frá Nations League dystinum Noreg-Slovenia 3-0 (1-0)

Er tað nakar norðurlendskur fótbóltsleikari, ið slær met aftaná met, so er tað áleyparin hjá Manchester City, Erling Braut Haaland.

 

Ígjár tók Haaland 90 ára gamla málmetið á norska landsliðnum, ið Jørgen Juve (1906-1983) setti í í tí Harrans ári 1934, tá Jørgen Juve skoraði sítt mál nummar 33 fyri Noreg.

 

Undan Nations League dystinum hjá Noregi móti Slovenia á Ullevaal leikvøllinum ígjár hevði Haaland skotið 32 mál fyri Noreg. Tá vóru bert gingnir sjey minuttir, so hevði Haaland javnað málmetið hjá Jørgen Juve. Í 62. minutti mundi fagnaðurin á Ullevaal ongan enda fingið. Tá skoraði Haaland metmálið, mál nummar 34 fyri Noreg bert 24 ára gamal. Um heilsan unnist Haaland spælir hann mong ár aftrat við norska landsliðnum. Haaland hevur skotið hesi 34 málini upp á bert 36 landsdystir.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Noreg-Slovenia 3-0:

 

##med2##