Føroyska U21-landsliðið var fáar minuttir frá at fáa ein flottan 1-1 javnleik móti krútsterka portugisiska U21-landsliðnum í EM-undankappingardystinum á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.
Olaf Bárðarson legði Føroyar á odda við einum beinleiðis hornasparki. Portugal javnaði átta minuttir undan steðginum, og føroyska liðið helt støðuna 1-1 til 87. minutt, tá Portugal legði seg á odda 2-1 og økti til 3-1 stutt aftaná. Eftir stendur tó eitt heiðurligt avrik móti einum framúr góðum mótstøðuliði.
Komandi týsdag klokkan 17 spælir føroyska U21-landsliðið seinasta dystin í hesari undankappingini. Talan verður um dyst á heimavølli móti Hvítarusslandi. Undan uppgerðini hava Føroyar sjey stig og Hvítarussland hevur seks stig. Føroyar kunnu við sigri enda á 10 stigum og á einum fjórða plássi í bólkinum. Portugal hevur vunnið bólkin. Portugisar hava 24 stig, Kroatia hevur 19 stig, og Grikkaland hevur 17 stig.
HER ber til - við portugisiskum frásøgumanni - at síggja hæddarpunktini frá dystinum:
##med2##
Føroyar – Portugal 1-3 (1-1) - U-21 EM undankappingardystur í Klaksvík
1-0: Olaf Bárðarson 3.
1-1: Fábio Silva 38.
1-2: Gabroel Brás 87.
1-3: Paulo Bernardo 89.
Føroyar: Ari í Haraldstovu Petersen – Ási P. Dam (Bergur J. Poulsen, 83.), Gullbrandur Øregaard, Børge Petersen, Elias Rusborg, Martin Agnarsson – Heini Sørensen (Beinir Nolsøe, 44.), Aron Jarnskor Ellingsgaard (Emil Weihe Joensen, 83.), Noah Mnenéy, Olaf Bárðarson (Leivur F. Guttesen, 75.) – Jørgen Nielsen (Ejvind R. Mouritsen, 75.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jóannes Eyðfinsson Davidsen, Jákup N. Vilhelmsen, Gutti Dahl-Olsen, Jens Erik Bruhn
Gult kort: Gullbrandur Øregaard, Martin Agnarsson
Venjari: Eyðun Klakstein
Hjálparvenjari: Atli Gregersen