VIDEO: Soleiðis tapti Hannover fyri Melsungen

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Hannover-Burgdorf - Melsungen 23-29 (15-14)

Frammanfyri 9.900 áskoðarum í ZAG Arena høllini í Hannover taptu Vilhelm og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf leygarkvøldið greitt 23-29 fyri Melsungen. Í steðginum var Hannover á odda 15-14, men tað gekk av skriðuni í seinna hálvleiki. Vilhelm skoraði eitt mál fyri lið sítt.  Vilhelm stóð eisini fyri einum uppleggi til mál.

 

Hannover er við 43 stigum fimm stig frá oddinum í bundesliguni, har Füchse Berlin og Melsungen hava 48 stig hvør. 

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Hannover-Burgdorf - Melsungen 23-29 (15-14). Vilhelm sæst við nummar 9 á rygginum:

 

##med2##