Danmark var væl við í fyrra hálvleiki, serliga fyrsta partin av hálvleikinum í EM-finaluni móti Noreg í Wiener Stadthalle, og í steðginum var Noreg bert á odda 13-12.
Men í seinna hálvleiki var Noreg greitt omaná, bæði í verjupartinum og álopspartinum. Tað endaði við einum greiðum 31-23 finalusigri til Noreg, ið nú hevur vunnið EM-gull heili 10 ferðir síðani 1998. Harumframt hevur Noreg í søguni vunnið tríggjar OL-gull og fýra HM-gull. Harumframt eru 17 silvur og bronsuheiðursmerki Noreg hevur vunnið í OL, EM og HM-høpi. Noreg hevur samanlagt vunnið 34 heiðursmerki í endaspølum, og tað kann ein bara lyfta hattin fyri.
Þórir Hergeirsson, ið er frá Selfossi á íslendska suðurlandinum endaði sítt tíðarskeið við gullheiðursmerki nummar 11. Þórir Hergeirsson hevur vunnið seks EM-gull, trý HM-gull og tvey OL-gull. Harumframt hevur Þórir Hergeirsson við norska landsliðnum vunnið trý silvurheiðursmerki og trý bronsuheiðursmerki. Tað verður neyvan nakar landsliðsvenjari, ið tekur hetta metið frá Þórir Hergeirsson, ið er tjóðarhetja í Noregi. Íslendingar eru eisini sera ernir av selfyssinginum.
Legendariski vinstri vongurin hjá Noregi, 38 ára gamla Camilla Herrem boðaði aftaná EM-finaluna frá á norska Viasat Sport, at hon gevst á landsliðnum 332 landsdystir og 951 mál. Camilla Herrem hevur vunnið 17 heiðursmerki við norska landsliðnum. Harav eru 11 gullheiðursmerki, so hon kann gevast við góðari samvitsku.
Norðurlond gjørdi tað gott í EM-endaspælinum. Noreg vann gull, Danmark fekk silvur, Svøríki knógvaði fimta plássið, Ísland bleiv nummar 16, og Føroyar megnaðu í sínum fyrsta endaspæli eitt seytjanda pláss. Hondbóltur er ikki heimsins størsta liðítrótt - langt frá tí - men í norðurlondum er hondbóltur ein stór ítróttargrein.
HER er ein samandráttur frá Eurohandball frá EM-finaluni og frá steypahandanini:
##med2##