Víkingur hevur eina greiða favorittstøðu móti B68

Her eru oddsini upp á dystin Víkingur-B68

Seinnapartin klokkan 15 byrjar dysturin í Betrideildini hjá monnum millum Víking og B68 í Sarpugerði í Norðragøtu.

 

Hetta er fjórðu ferð liðini møtast í hesum kappingarárinum. Víkingur vann í hálvfinalunum í kappingini um løgmanssteypið tvær ferðir 2-0 á B68.

 

Liðini hittust í landskappingini á Svangaskarði á Toftum 26. apríl vann Víkingur 1-0. Víkingur hevur sostatt gjørt slætt borð móti B68 higartil í ár.

 

Víkingur hevur eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin í Sarpugerði.

 

Oddsini upp á heimasigur til Víking liggja millum 1,29 og 1,38.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 4,60 og 5,25.

 

Oddsini upp á útisigur til B68 liggja millum 6,10 og 8,10. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##