Seinnpartin klokkan 17.15 byrjar fimti og seinasti dysturin fimtanda umfarinum í Betrideildini hjá monnum. Tá tekur NSÍ móti EB/Streymi við Løkin í Runavík.
NSÍ er triðfremst í deildini við 29 stigum, og EB/Streymur er nummar seks við 21 stigum.
Tá liðini hittust í Hólmanum á Eiði 26. apríl vann NSÍ stórsigur 5-0.
NSÍ er risastórur favorittur hjá 11 altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til NSÍ liggja millum 1,15 og 1,21.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 6,25 og 7,00.
Oddsini upp á útisigur til EB/Streym liggja millum 9,00 og 11,50.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##