Grein úr Sosialinum 10. januar 2025:
Tað ræður ikki bara um eitt stórt tal av ferðafólki, men eisini um, at her liggur nakað eftir, tá ferðafólkini fara avstað aftur, sigur nýggi borgarstjórin í Skúvoyar kommunu, havnarmaðurin, Jóanis í Hoygarðinum.
Tá nývalda bygdarráðið í Skúvoyar kommunu skipaði seg, varð 46 ára gamli, Jóanis í Hoygarðinum, einmælt valdur til nýggjan borgarstjóra.
Borgarstjórin seinastu fýra árini, Poul Ásmund Tórarenni, valdi ikki at stilla uppaftur á kommunuvalinum hin 12. november, og nú nýtt bygdarráð tók við hin 1. januar, er hann ikki í bygdarráðnum meira.
Í Skúvoyar kommunu, sum eisini fevnir um Stóru Dímun, var ein listi, og fyrstvaldur varð Harry Jensen við 14 atkvøðum. Hann hevur sitið nøkur skeið í bygdarráðnum, harav nøkur ár sum borgarstjóri.
Næstvaldur var Jóanis í Hoygarðinum við 10 atkvøðum, og hann er nývaldur. Triðja umboðið er Jákup Andrias Thomsen, sum hesaferð varð valdur við fýra atkvøðum.
Jákup Andrias er sjómaður og hevur eisini sitið í bygdarráðnum í øðrum umførum.
##med2##
##med3##
Spennandi borgarstjóri
Jóanis í Hoygarðinum er tilflytari úr Havn, har hann er uppvaksin, men hann býr nú í Skúvoy, har hann hevur keypt sær hús, jørð og hevur nógvan seyð, samstundis sum hann nú eisini er borgarstjóri.
Harry Jensen, ið líka sum hevur verið ein ímynd av Skúvoynni í fleiri ár, har hann eitt nú hevur verið avgreiðslumaður hjá Strandfaraskipum Landsins, heldur, at kommunan hevur fingið ein spennandi borgarstjóra.
- Jú, vit eru spent eftir at vita, um ikki onkrir nýggir tankar fara at spríkja úr nýggja manninum, sum nú býr her og rekur garð her úti, sigur Harry Jensen, sum heldur, at nýggi borgarin, bóndin og borgarstjórin vísir seg at trívast væl í Skúvoy.
Sjálvur sigur Jóanis í Hoygarðinum, at hann er sera væl móttikin í bygdini, og hann heldur, at fólk sum heild eru fegin um at síggja nýggj andlit, nú bygdin er vorðin so fáment í fólkatali.
- Eitt vanligt kvøld her úti eru vit kanska eini 12-14 fólk, men serliga tá skurðfjøllini verða gingin um heystarnar, eru vit nógv fleiri. Her vitja eisini nógv fólk um summarið, bæði fólk, sum eiga hús her úti og fólk, føroyingar og útlendingar, sum koma út higar ein dagtúr ella, sum leiga sær eini summarhús her úti.
Umframt teir stívliga 300 áseyðirnar, sum Jóanis nú eigur í Skúvoy, sær hann eisini møguleikar í ferðavinnuni, og longu fyrsta árið í oynni hevur hann gjørt túrar við ferðafólki og hevur havt veitingar til ferðafólk.
- Jú, eg síggi møguleikar við at skapa mær eina tilveru her úti – í fyrsta lagi við seyðinum, kanska nøkrum ungneytum, sum møguliga koma seinni, men eisini við veitingum til ferðafólk.
Við keypinum av jørð í Skúvoy fylgir eisini eitt stórt fjós við nógvum ymiskum møguleikum – í fyrsta lagi til seyð og møgulig ungneyt, eins og øll flettingin gongur fyri seg her.
##med4##
##med5##
Stórur áhugi fyri kríatúrum
- Mær dámar væl at fáast við kríatúr, og hetta hevur altíð verið ein partur av mær. Eg havi gingið nógv á fjalli ymsastaðni, og eg havi flett. Stórir áhugi er eisini fyri rossum, eins eg í sínari tíð eisini luttók í kappingum.
Jóanis í Hoygarðinum vísir á, at eftirnavnið hevur røtur í Hoygarðinum í Vestmanna, men hann er uppvaksin í vesturbýnum í Havn, har foreldrini, Edvard Niclasen og mamman, Ragna Mikkelsen, búðu.
- Mamma mín livir, men pápin doyði í góðum árum fyri longu fleiri árum síðan.
Tá Jóanis valdi at keypa jørð og hús í Skúvoy, var tað ikki tí, at hann hevði familju ella nøkur sambond her úti.
Hann ásannar tó, at hann í ávísa tíð hevði droymt um at keypa eitt festi, og tá møguleikin breyðst í Skúvoy, tók hann av.
- Men, treytin fyri at keypa jørð í oynni, var sjálvsagt, at eg eisini hevði eini hús at búgva í, og her var onkur í bygdini góður í ráðum og hevði onkran, eg kundi spyrja.
Hann sigur, at tað eydnaðist honum at keypa eini eldri lítil hús, sum hann nú er í holt við at seta í stand.
##med6##
##med7##
Ikki hugsað tankan
Jóanis í Hoygaðinum vísir á, at hann altíð hevur havt áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, og hann hevur fylgt væl við í tí dagliga, men hann hevur ongantíð áður hugsað tankan at stilla upp til eitt kommuval – og enn minni at gerast borgarstjóri.
Í kommununi hava teir tríggir býtt teir sessir, sum eru, kristiliga ímillum sín, og her var eingin ósemja um nakað.
- Soleiðis, sum eg upplivdi skipanarfundin í desember, peikaðu bæði Harry Jensen og Jákup Andrias Thomsen á meg, og soleiðis gjørdist eg borgarstjóri í Skúvoyar kommunu.
Tá vit spyrja hann, hvussu tað ber til at hann valdi at fara upp í kommunupolitikk, sigur hann brosandi soleiðis.
- Eg haldi, at teir bara settu meg á listan, sigur hann og ásannar, at hann kannaði møguleikarnar at bera seg undan.
Men, tað er ikki so lætt, tá tú faktiskt ikki hevur loyvi at siga nei – uttan so, at tú fyrst hevur sitið nakrar setur ella ert farin um ávísan aldur.
Nú hann er vorðin borgarstjóri, hevur havnarmaðurin í Skúvoy sjálvsagt hugsað nakrar tankar um, hvat er mest átrokandi í bygdini.
- Fíggjarorkan er lítil, tá vit eru so fáment, men okkurt kann gerast, og ymiskt er gjørt seinnu árini.
##med8##
##med9##
Ymiskt kann gerast
Í farnu setu hevur kommunan eitt nú sett upp nakrar nýggjar lyktapelar, eins og arbeitt hevur verið við at bøta um vegin Inn í Dal, har tað leyp omanyvir vegin fyri nøkrum árum síðan.
- Tað er koyrandi eftir vegnum sum er, og eg vænti, at vit kunnu gera vegin lidnan í ár, sigur Jóanis í Hoygarðinum.
Nýggi borgarstjórin heldur eisini, at bygdin hevur brúk fyri einum nýggjum kommunalum wc.
- Í skúlanum er wc, men tað er kanska eitt sindur langur vegur at fara hjá fólki, sum vitja í bygdini.
Í Skúvoy hevur eisini verið arbeitt við einum bygdasavni, ið sær liðugt út uttan, men sum einki er gjørt við innan.
- Jú, vit fara at hyggja upp á nøkur ting her í bygdini, og øll góð hugskot eru sjálvsagt vælkomin, sigur borgarstjórin.
Væntar fleiri ferðafólk
Jóanis í Hoygarðinum væntar, at Skúvoyggin, sum frá líður fer at fáa vitjan av einum veksandi tali av ferðafólki, nú Sandoyartunnilin er komin, og lættari er at ferðast í Skúvoynna.
- Vit mugu eisini fara at hugsa um, hvussu vit skipa ferðavinnuna her úti, og her eiga vit sjálvsagt at hugsa um burðardygd, slit av lendi, fuglalív og ymiskt annað.
Jóanis vísir á, at Skúvoy er Ramsarøki, og á einum slíkum øki liggja eisini nakrar skyldur og ábyrgd – mótvegis náttúru og fuglameingi, sum er í oynni.
- Vit eiga ikki bara at hugsa um eitt stórt tal av ferðafólki, sum kemur út higar, men eisini um, at her liggur nakað eftir, tá tey fara avstað aftur.
Skúvoy hevur eitt gott ferðasamband við Sildberanum, sum er eitt gott skip, men bygdin er brimpláss, og tað hevur sjálvsagt sínar avbjóðingar og avmarkingar.
- Eg haldi, at fólk sum heild eru væl nøgd við skipið, men tað hevur sínar avbjóðingar at búleikast á útoyggj og brimplássi.
Umframt Sildberan, er eisini samband við tyrlu einar tríggjar dagar um vikuna.
Handilin letur aftur
Skúvoy telist millum tær fáu smáu bygdirnar, sum framvegis hevur ein matvøruhandil, sum í mong ár hevur tænt fólkinum væl.
- Handilsmaðurin er ein eldri maður, og eg havi skilt, at vit ikki kunnu rokna við, at handilin verður opin leingi aftrat.
Jóanis vísir á, at sjálvsagt verður tað saknur, tá eingin handil verður í Skúvoy meira, men hann heldur fyri, at tað kann ikki koma óvart á nakran, at handilin einaferð fer at lata aftur.
- Tað er ikki hugsandi, at nakar annar lyftir arvin eftir handilsmannin, tá hann einaferð gevst, leggur hann aftrat.
Nýggi borgarstjórin og bóndin í Skúvoy sigur, at endamálið hjá honum við garðinum er, at hetta saman við einum ísletti av ferðavinnu kann gerast hansara livibreyð.
- Tað er altíð áhugavert at skapa nakað sjálvur. Eg hevði einki havt ímóti at verið mjólkarbóndi, men tað er púrasta óhugsandi, at slíkt virksemi kann skapast í Skúvoy. Tað er eingin kúgv eftir, sum mjólkar í Suðuroy, og tí er tað heldur ikki hugsandi, at slíkt virksemi kann skapast í Skúvoy, sigur hann.
##med10##
##med11##
Hvør dagur spennandi
Jóanis í Hoygarðinum sigur, at hann trívist sera væl í Skúvoy, og hann sigur, at fólk eru bæði blíð og fyrikomnandi.
- Í bygdarráðnum fara vit at taka tingini, sum tey koma, og vit fara sjálvsagt at hyggja eftir, hvat vit kunnu gera her úti.
Sjálvur heldur nýggi borgarstjórin og bóndin, at hvør dagur er spennandi og saman við bygdarfólkinum fara teir tríggir í bygdarráðnum at royna at fáa sum best burturúr.
- Vit hava ikki havt fyrsta fundin enn, síðan vit skipaðu okkum, men tað verður fyrsta dagin, tá Jákup Andrias Thomsen kemur heimaftur av skipi, sigur borgarstjórin.
Í hesi samrøðu, nú nývalda bygdarráðið enn ikki hevur verið saman á fyrsta fundi, er einki gjørt burtur úr møguligari samanleggin.
- Hetta verður helst eisini eitt mál, sum kemur upp at venda, men fyribils havi eg onga viðmerking um, hvat kundi verið øðrvísi í hesum sambandi enn tað, sum vit hava í dag, leggur Jóanis í Hoygarðinum aftrat.
Grein úr Sosialinum 10. januar 2025