59 ára gamla Aleqa Hammond varð í dag vald til forkvinnu í grønlendska stjórnarflokkinum Siumut.. - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Aleqa Hammond er nýggj forkvinna Siumut

Grønlendski javnaðarflokkurin Siumut hevur valt gomlu forkvinnuna sum nýggja forkvinnu

59 ára gamla Aleqa Hammond varð í dag vald til forkvinnu í grønlendska stjórnarflokkinum Siumut.. - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

59 ára gamal Aleqa Hammond er nú aftur forkvinna í grønlendska javnaðarflokkinum Siumut. Harvið hevur hon gjørt eitt søguligt comeback.

Aleqa Hammond vann stríðsvalið í flokkinum móti virkandi forkvinnuni, Vivian Motzfeldt við atkvørðunum 23-19.

Aleqa Hammond var forkvinna í Siumut frá 2009 til 2014 og sat sum forkvinna í landsstýrinum frá 2013 til hon mátti leggja frá sær eftir eitt mál um nýtslu av almennum prengum til privat endamál. 

Hon hevur síðani roynt at venda aftur til topppolitikk.

Virkandi forkvinnan Vivian Motzfeldt leggur tí frá sær eftir valið í dag.

Siumut, sum er systurflokkur hjá føroyska Javnaðarflokkinum, er siðbundni stjórnarflokkurin í Grønlandi.

Fyrr í ár legði Erik Jensen frá sær sum formaður, eftir at flokkurin fekk størsta valósigurin nakrantíð á grønlendska valinum í mars.

Forkvinnuvalið í Siumut var á eykalandsfundi í Nuuk. Hann skuldi verið í gjár, men varð seinkaður vegna ringt veður og samferðsluavbjóðingar, sum gjørdi, at fleiri umboð ikki komu fyrr enn í dag.

Siumut hevur havt innanhýsis valdsstríð síðani áðrenn valið í 2021.

Á seinasta valinum í mars fekk flokkurin søguligan ósigur og varð minkaður til næstminsta flokkin í Inatsisartut, grønlendska tinginum.

Sambært danska TV 2 hevur nýggja forkvinnan í Siumut verið lýst sum "ein kvinna ristað úr grønlendskum graniti", við einum hjarta, sum slær fyri teimum veikastu í samfelagnum.

Hon hevur eisini verið kend sum ein stjórnarleiðari, sum ofta talaði fyri og talaði positivt fyri grønlendskum sjálvstýri.

Aleqa Hammond legði frá sær sum forkvinna í 2014 eftir eitt mál um, at hon hevði brúkt pening úr landskassanum til privat endamál.

Talan var um 100.000 krónur, sum vórðu brúktar til millum annað flogferðaseðlar og hotellútreiðslur.

Í 2015 stillaði hon upp fyri Siumut á fólkatingsvalinum og varð vald til annan av teimum báðum grønlendsku sessunum á Christiansborg.

Hon kom aftur til Siumut í 2021.

 

/Ritzau/

 

59 ára gamla Aleqa Hammond varð í dag vald til forkvinnu í grønlendska stjórnarflokkinum Siumut.. - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix