Saman við tíðindaskrivinum frá Firmport er eisini ein felags yvirlýsing frá fimm føroyskum fyritøkum: Eysturlon, Búsetur, Uni Zachariassen málarameistara, Mariu Poulsen og Húsavarðatænastuni, sum er soljóðandi:
##med2##
– Skeivar endurgevingar, skeivar lýsingar og skeivar útrokningar hava teknað eina ósakliga mynd av Firmport í kanning, sum fakfeløg við einum kanningarleiðara á odda løgdu alment fram 6. august í ár. Firmport hevur kært tíðindaflutningin í Kringvarpinum í hesum máli, og felagið umhugsar eisini rættarlig stig, skrivar Firmport og heldur fram:
»Firmport hevur gjøgnumgingið kanningina av útlendskari arbeiðsmegi í Føroyum saman við arbeiðsgevarum og fakfólki, umframt at Firmport í gjøgnumgongdini eisini hevur samskift við fakfelagsleiðarar. Eftir hesa gjøgnumgongd standa bæði Firmport og fólkini, sum dagliga mynda Firmport, eftir við tí fatan, at kanningarleiðarin ósakliga og uttan skjalprógv hevur teknað eina ranga og niðrandi mynd av Firmport, sum kanningarleiðarin eisini hevur sent út í almenna rúmið.
##med3##
Kanningin skúgvar til viks týðandi roynverulig viðurskifti kring Firmport og áralangt virksemi hjá felagnum í sambandi við at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya. Kringvarp Føroya hevur ókritiskt í tíðindaflutninginum borið skeivar upplýsingar úr kanningini beinleiðis víðari til Føroya fólk, og tí hevur Firmport kært tíðindaflutningin til Kringvarp Føroya sum fyrsta kærumøguleika sambært lógini um fjølmiðlaábyrgd.
Firmport umhugsar eisini rættarlig stig ímóti teimum pørtum, sum hava verið við til at reingja myndina av Firmport í almenna rúminum. Talan kann gerast um mál um ærumeiðing sambært revsilógini, ið má metast at vera av serliga grovum slagi.
##med4##
Dømi um skeiva og niðrandi umrøðu
Í gjøgnumgongdini av kanningini hevur Firmport sett spurningar, sum høvdu verið viðkomandi hjá einum kanningarleiðara at spurt í einari seriøsari kanning.
Niðurstøðan um Firmport byggir á dulnevndar keldur og tvær vitjanir hjá kanningarleiðaranum á kvøldartíð í Jekaragøtu 8, har Firmport veitir útlendingum arbeiðsbústaðir. Í høvuðsheitum verður víst til nakrar fáar dulnevndar keldur, eins og aðrar keldur í kanningini eisini verða skeivt endurgivnar.
Tað er átaluvert at ein kanningarleiðari av sínum eintingum kann úthoyngja navngivnar persónar og feløg, grundað á ógjøgnumskygda kanning. Harvið tekur kanningin als ikki atlit til grundleggjandi rættartrygd borgarans.
##med5##
Í Jekaragøtu hava nakrir útlendingar, sum arbeiða í Føroyum, møguleika at hava arbeiðsbústaðir á tilsamans 750 fermetrum í tveimum bygningum. Hesir fevna um tvær smáar íbúðir til tvey fólk, 12 dupultkømur og 10 einmanskømur. T.v.s. at á hesum fermetrum, sum svara til støddina á fimm sethúsum, kunnu í mesta lagi húsast 38 fólk. Í løtuni búgva 33 fólk í Jekaragøtu, og trý kømur standa tóm. Verður hetta roknað um til persónar pr. sethús á 150 fermetrar hvørt, so svarar tað til 7,5 persónar í hvørjum húsi. Kanningarleiðarin vil hinvegin hava hetta talið til at vera tilsamans 50 persónar, eftir at hon í tvey kvøld hevur vitjað í Jekaragøtu, har hon frá sínum vitjanum byggir eina óseriøsa journalistiska søgu mitt inn í kanningina.
Kanningarleiðarin leggur eisini Firmport undir at veita vánaligar arbeiðsbústaðir. Men fakta er, at 13 baðirúm við WC hoyra til leigumálini, harav eru sjey baðirúm yngri enn 10 ár. Sjey køkar hoyra til leigumálini, og av teimum eru tríggir nýggir. Eisini kann nevnast, at sjey nýggjar vaskimaskinur og sjey nýggjar turkitrumlur eru settar upp í bygningunum, soleiðis at allir neyðugir fasilitetir eru tøkir.
##med6##
Eingin munur verður gjørdur á arbeiðsbústøðum og føstum bústøðum í kanningini. Firmport leigar bert arbeiðsbústaðir út og ikki fastan bústað.
Tað eru beinleiðis ósannindi, tá tað í kanningini verður upplýst, at Firmport hevur tikið 6.000 kr. í mánaðarleigu fyri kømur. Firmport hevur ongantíð tikið 6.000 kr. í húsaleigu fyri tríggjar persónar í einum kamari, tí tað eru eingi trýmanskømur í Jekaragøtu 8 og 10. Tá tríggir persónar undantaksvís hava gist í sama kamari, hevur tað verið eftir ynski frá persónunum sjálvum, tí teir t.d. hava havt vitjan heimanífrá. Harumframt hava tvey kømur, sum ikki eru nøktandi, verið brúkt sum undantøk í støðum, har útlendsk starvsfólk ikki hava havt tak yvir høvdið.
Firmport hevur harafturat síðan 2014 kravt eina húsaleigu fyri arbeiðsbústaðir, har prísurin á bústaðarmarknaðinum er 60%-100% omanfyri tað, sum útlendingarnir hava rindað til Firmport. Firmport hækkaði leiguna í februar í ár, og Firmport ásannar, at felagið tá átti at havt upplýst leigararnar skrivliga – og ikki bert munnliga – um hækkingina við fýra mánaða freist, eins og ásett er í leigulógini.
##med7##
Samanumtikið teknar kanningarleiðarin eina so skeiva og niðrandi mynd av Firmport, at felagið noyðist at umhugsa rættarlig stig fyri at rætta rongu myndina av felagnum í almenna rúminum upp aftur.
Á heimasíðuni http://www.firmport-kunning.com/ síggjast myndir av arbeiðsbústøðum í Jekaragøtu nr. 8 og nr. 10 umframt ymisk kunningarskriv, greinar og brøv. Harumframt er ein fráboðan frá 5 byggifyritøkum, sum leggja dent á, at tær eru nøgdar við samstarvið við Firmport, og kenna ikki tað mynd, sum kanningin hjá fakfeløgunum teknar av Firmport.
Vinaliga
Firmport sp/f
Heðin Lamhauge, stjóri«
##med8##
##med9##
##med10##