– Vit fara at síggja føroyskan film!

Ummæli av Klintrimús og hinum dýrinum í Vallbakkaskóginum

”Haldi, at Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum er besta commodity, vøra, og besta vehicle, miðil og høvi at læra seg føroyskt, uttan at troyttast.

 

Við eini frásagnargleði, sum endurspeglast í hvørjum setningi, klippi, sekvensi og broti, er hetta mentanarátak hjá Kringvarpinum einki annað enn framúr.

 

Frásagnargleði skal spjaðast út um alt landið, so børn taka við henni og teim upplivingum, har tey eru, og síðani fara at lesa, eru tey ikki longu byrjað. Tí lesing er ikki sum at siga tað. Millum yngstu bólkar at læra seg eitt mál, sprettir lesing fyrst og fremst úr innbjóðandi frásagnargleði, ið er livandi og viðkomandi í gerandisdegnum, har tú ert. Verður ikki farið skilvíst fram á hesum øki, so endurtaka vit ikki bara, men breiðka enn meir um ta djúpu gjógv, sum altíð hevur verið millum tey, ið lesa nógv og tey, sum lesa lítið. Kann væl vera, at skúlin er tann stovnur, sum uttan at vilja tað, fær lutin at repetera og sementera hesa stættarelvandi skeikling.”

 

Her kann alt ummælið hjá Birgir Kruse av Klintrimus lesast:

 

https://birkblog.blogspot.com/2024/10/vit-fara-at-siggja-froyskan-film.html

 

 

 

Mynd: Bjarni Árting Rubksen/Kvf

Mynd: Bjarni Árting Rubksen/Kvf

Mynd: Bjarni Árting Rubksen/Kvf

Mynd: Bjarni Árting Rubksen/Kvf

Mynd: Bjarni Árting Rubksen/Kvf

Mynd: Bjarni Árting Rubksen/Kvf

Mynd: Bjarni Árting Rubksen/Kvf

Mynd: Bjarni Árting Rubksen/Kvf

Mynd: Bjarni Árting Rubksen/Kvf

Mynd: Bjarni Árting Rubksen/Kvf

Mynd: Bjarni Árting Rubksen/Kvf

Mynd: Bjarni Árting Rubksen/Kvf