Heilsumyndugleikarnir í Gazageiranum vita í morgun at siga, at í minsta lagi 130 fólk eru dripin seinastu 48 tímarnar.
Tað er tíðindastovan, Reuters, ið endurgevur myndugleikarnar, sum eru undir Hamas-eftirliti.
Men, her eru ikki bara deyð hesar seinastu 48 tímarnar. Fleiri eru eisini løstað, og sagt verður, at talið av løstaðum er fleiri enn 260.
Vápnahvíldin, sum var millum Ísrael og Hamas, er brotin, og ísraelski herurin hevur lopið á fleiri øki í Gazageiranum aftur.
Hamas hevur framvegis ísraelskar gíslar í fangilsi, og Ísrael sigur, at felagsskapurin skal lata hesar gíslar leysar.
Myndin omanfyri er úr Gazageiranum, men hon hevur ikki samband við hendingarnar seinastu 48 tímarnar.
Lesið eisini - Ísrael hóttir við at hertaka Gazageiran
https://www.in.fo/news-detail/israel-hottir-vid-at-hertala-gazageiran