Bakkafrost letur aftur: – Ein dyggur smeitur

Eini 80 fólk hjá Bakkafrost í Skotlandi kunnu missa starvið

Marybank-virkið hjá Bakkafrost í Stornoway – á the Isle of Lewis í Hebridinum í Skotlandi – verður nú fyribils latið aftur. Hetta kann koma at kosta eini 80 fólkum arbeiðið.

 

Bakkafrost hevur boðað frá, at virkið fyribils, men í eitt longri tíðarskeið, letur aftur.

 

Alasdair Allen (SNP), ið umboðar Western Isles-valdømi í skotska tinginum, Hollyrood, sigur sambært BBC, at tað er "lemjandi" fyri økið at missa so nógv arbeiðspláss. Sambært Alasadir Allan, so eru útlit fyri, at onki virksemi verður á virkinum fram til 2027.

 

"Hetta eru sjálvandi lemjandi tíðindi fyri Lewis, og komandi tíðina verður øgilig stúran millum starvsfólk á virkinum og familjur teirra," sigur Allen við BBC Scotland. "Hetta er ein av størstu arbeiðsgevarunum á oynni, og missurin av hesum arbeiðsplássunum fer at hava ávirkan á annað smærri vinnulív í lokaløkinum."

 

Dyggur smeitur fyri økið

 

"Hetta er ein dyggur smeitur, bæði fyri starvsfólkini á Marybank-virkinum – sum eru dugnalig og fleiri hava starvast har leingi – og fyri búskapin í oyggjunum". Tað sigur Torcuil Crichton, ið umboðar oyggjarnar í bretska tjóðartinginum. Hann stillaði upp fyri Labour og varð valdur á valinum 4. juli, har hann vann á sitandi tingmanninum, Angus MacNeil, ið er føroyarvinur og fleiri ferð hevur vitjað í Føroyum. 

 

Torcuil Crichton hevur ikki góðar vónir um, at framleiðslan á virkinum verður tikin uppaftur. "Eg havi tosað við fyritøkuna í vikuni, og tað er ikki realistiskt, at virkið letur upp aftur."