Politiskur meiriluti í Noregi vil hækka abortmarkið til 18 vikur

Ein stjórnarflokkur mótmælir broytingum í fosturtøkuuppskotum, men fleiri tinglimir siga seg ganga ímóti flokslinjuni

Meiriluti er fyri einum lógaruppskoti, sum norska stjórnin legði fram fríggjadagin um at hækka abortmarkið úr 12 vikum upp í 18 vikur.

Tað vísir ein teljing frá norska ríkissjónvarpinum, NRK.

Sjálvt um samgonguflokkurin Miðflokkurin sigur seg vera ímóti ætlaðu broytingunum.

Fleiri av politikarunum hjá flokkinum í Stórtinginum siga, at teir fara ímóti linjuni hjá flokkinum og vilja atkvøða fyri broytingini.

Somuleiðis fara fimm tinglimir í Framburðsflokkinum, sum alment eru ímóti at broyta fosturtøkumarkið, at atkvøða fyri broytingini.

Miðflokkurin, sum er í politiska miðjuni, saman við Arbeiðaraflokkinum mynda norsku stjórnina.

Í vár samtykti ein breiður politiskur meiriluti í Danmark at broyta fosturtøkumarkið úr 12 til 18 vikur. Hon er galdandi frá 1. juni 2025.

Í Føroyum varð eitt uppskot um frían abort upp til 12. viku felt í mai.

/ritzau/