Eitt ferðsluóhapp var í gjár á vegamótinum Heygsvegur-Velbastaðvegur í Havn í gjár. Bussurin, sum kom oman eftir Heygsvegnum koyrdi út fyri treytaleysa víkjuskyldu, og ein bilur, sum kom vestur eftir Velbastaðvegnum, rendi á bussin.
Vakthavandi á politistøðini sigur, at bilførarin í bilinum varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men talan var ikki um stóran fólkaskaða.
Vaktleiðarin sigur, enn er ikki greitt, hví bussurin koyrdi út fyri bilin, og at tey nú skulu kanna, um bussførarin hevur hevur brotið víkiskylduna. Hevur hann tað, so kann talan verða um ákæru og treytaða frádøming av koyrikortinum. Men vaktleiðarin leggur dent á, at tað ikki er greitt enn.