Maðurin, sum seinastu 38 árini hevur sagt seg vilja forða fyri grindadrápi í Føroyum, leggur nú eftir Danmark og donsku verjuni á Facebook.
Hann skrivar, at Danmark brúkar danskar skattakrónur at verja ræðuleikarnar í Føroyum. Hann sigur, at tey umborð á John Paul De Joria eru undir støðugum eftirliti alt samdøgrið – har bæði danska sjóverjan og loftverjan eru við. Hann hevur í hesum sambandi lagt út sjónvarpsmyndir av einum Golfstream flogfari hjá donsku verjuni, sum flýgur lágt yvir skipinum.
– Alt hetta fyri at verja blóðtystar psykopatar, sum dálka umdømið hjá Danmark kring heimin.
##med2##
– Tey drupu heilar familjur av hvalum, meðan fólk á ferðamannaskipinum Ambition stóðu á dekkinum og hugdu. Sleppa síðani deyðu hvalirnar í havið, sum litast reytt, skrivar hann.
– Fólk, sum keypa alilaks úr Føroyum, eiga at vita, at blóðið rekur gjøgnum aliringarnar, og at fólk, ið starvast í alibrúkunum, leypa avstað, tá grindaboð eru, og skunda sær oman at strondini við knívum og spjótum, og nóta at pína hvalirnar. Pína og deyði fyri ósekar skapningar, skrivar Paul Watson.
– Um nakar etur aldan laks úr Føroyum, eru tey tætt knýtt at ræðuleikunum í Føroyum.
– Ræðuleikarnir í Føroyum, vardir av donsku stjórnini og spurningurin er hví? skrivar Paul Watson á Facebook.