European Cup: Her eru mótstøðuliðini hjá VÍF og H71

Kvinnu og mansliðini hjá H71 og VÍF møta liðum úr Italia, Kýpros og Eysturríki

Mynd: Andrei Antal

Tað er nú greitt hvørjum liðum kvinnu- og mansliðini hjá H71 og VÍF skulu møta í European Cup.

 

HSF skrivar: - Lutakast hevur verið til European Cup hjá monnum og kvinnum, har H71 og VÍF luttaka hjá monnum og kvinnum.

 

Lutakastið háttaði seg soleiðis:


Kvinnur 1. umfar (reelt 2. umfar):

Jomi Salerno (Italia) – VÍF

H71 – Cyview Developers Latsia (Kýpros)


64 lið luttaka í kappingini og verður byrjað við øðrum umfarið, sum verður leikt í viku 40 og 41, fyrst í oktober.


Menn 2. umfar:

VÍF – Handball West Wien (Eysturríki)

H71 – SSV Brixen Handball (Italia)

 

20 lið spæla í 1. umfari, men koma føroysku liðini uppí í 2. umfarið, har 64 lið koma at kappast. Leikt verður í viku 42 og 43. Skrivar HSF. 

 

Mynd: Andrei Antal