Aksel V. Johannesen, løgmaður, tekur ímóti Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar í Tinganesi fyrl løtu síðani Mynd: Álvur Haraldsen

Fín vitjan í Tinganesi í dag

Ikki færri enn fýra stjórnarleiðarar eru í fundi hjá løgmanni um um trygd í Norðuratlantshavi og Arktis

Aksel V. Johannesen, løgmaður, tekur ímóti Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar í Tinganesi fyrl løtu síðani Mynd: Álvur Haraldsen

Fyri løtu síðani komu stjórnarleiðarar úr Íslandi, Grønlandi og Danmark á fund í Tinganesi hjá Aksel V. Johannesen, løgmanni.

Talan er um umframt løgmanni donsku forsætisfrúuna, Mette Frederiksen, íslendsku forsætisráðfrúunia, Kristrún Frostadóttir, og grønlendska landsstýrisformannin, Jens-Frederik Nielsen. Saman við teimum er eisini norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre við umvegis internetið.

Tað var tá Aksel V. Johannesen, løgmaður, luttók á trygdarráðstevnu í München í februar, at greið tekin vóru um, at londini í økinum ynskja størri fokus og tættari samskifti um trygdarpolitisk viðurskifti.

Tí hava stjórnirnar í Íslandi, Norra, Grønlandi, Danmark og Føroyum kannað møguleikarnar fyri einum stjórnarfundi um trygdarpolitikk.

Í sambandi við vitjanina hjá íslendska forsætisráðharranum um vikuskiftið, vísti tað seg at passa væl hjá stjórnarleiðarunum at hittast í Føroyum í morgin, mánadag 12. mai. Norski forsætisráðharrin fer tó at luttaka talgilt.

 

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, tekur ímóti Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar í Tinganesi fyrl løtu síðani Mynd: Álvur Haraldsen