Í farnu viku viku gjørdist Hákun West av Teigum týskur meistari saman við liðfeløgunum í Füchse Berlin. Og nú skal Hákun saman við liðfeløgunum royna seg í finaluni í Champions League.
Seinnapartin vunnu berlinararnir greiðan 34-24 sigur á franska liðnum, Nantes í hálvfinaluni í FINAL FOUR í Lanxess høllini í Köln í Týsklandi. Í steðginum var Füchse Berlin á odda 18-12. Hákun og liðfelagarnir gjørdu tað framúr í verjuni í dag, og bert 24 mál ímóti í einari Champions League hálvfinalu er sera gott.
Hákun skoraði tvey mál upp á tveir málmøguleikar. Stóri leikarin hjá Füchse Berlin í dag var Tim Freihöfer, ið skoraði 10 mál.
Stórleikarin hjá Füchse Berlin, Mathias Gidsel fekk reytt kort longu í áttanda minutti. Gidsel náddi tó at skjóta tvey mál ta lítlu løtuna hann var á vøllinum.
Í finaluni, ið verður leikt í morgin klokkan 17 spælir Füchse Berlin finalu móti vinnaranum av hálvfinaluni millum Barcelona og Magdeburg. Tann hálvfinalan byrjar nú klokkan 17.
Hákun er fyrsti føroyingurin, ið kemur at royna seg í einari Champions League finalu.
HER er ein samandráttur frá Eurohandball frá hálvfinalusigrinum hjá Füchse Berlin:
##med2##