Plátan verður givin út av altjóða plátufelagnum Metal Blade Records, og kann lýsast sum ein víðarimenning av tí serstaka tunga ljóðinum hjá bólkinum. Tónleikaliga hevur Hamferð við hesi útgávu sett sær fyri at bæði grava í søgu bólksins og samstundis leita nýggjar leiðir, og við hesum leisti eru skapt átta greið, kraftamikil og sera ymisk løg.
Fyrsta lagið, ið er at hoyra frá útgávuni, kallast "Ábær". Við tungum, áleypandi og stórslignum tónum vekist kenslan av at standa ímóti havsins og stormvindanna megi. Ein hóskandi byrjan til eina tónleikaliga ferð í søgum um sakn, ræðslu, kærleika og bardaga fyri lívinum.
Sí videolagið til Ábær her:
##med2##
Í samband við at “Men Guðs hond er sterk” kemur á gøtuna, verður serstøk útgávukonsert í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið 6. apríl. Atgongumerki til konsertina kunnu keypast á https://www.atgongumerki.fo/2435964/hamferd-utgavukonsert .
##med3##
##med4##