Franskur hond­bólts­miðil: Stór før­oysk karak­ter­styrki kopp­aði Frak­landi

Stórur franskur hondbóltsmiðil hevur nógvar rósur at bera føroyska U21-landsliðnum

Stóri franski hondbóltsmiðilin, ið hevur enska heitið Handnews.fr staðfestir, at tað er eitt stórt vónbrot hjá stolta landinum, at U21-landsliðið hjá teimum mátti lúta fyri Føroyum, og harvið missa møguleikan at røkka HM-fjórðingsfinalunum.

Men teir spara ikki upp á rósurnar til føroyska liðið. Teir skriva, at tað var ein ótrúlig føroysk karakterstyrki, ið sigraði á Fraklandi og sendi Føroyar víðari til tað teir nevna eina søguliga fjórðingsfinalu. 

Handnews nevna Óla Mittún ein "Maestro" - also ein stóran kunstnara/listarmann. Teir skriva, at maestro hjá Føroyum helt liðið hjá sær inni í dystinum, tá tað sá torførast út. 

Handnews heldur fyri, at endin av dystinum millum Føroyar og Frakland var hugtakandi: - Meðan Frakland ikki kundi skjóta tað avgerandi málið, so megnaðu føroyingar at gera eitt dramatiskt "kupp". Tvey mál og tvey assist frá Óla Mittún, harímillum sigursmálið minni enn ein minutt áðrenn dystarlok, og tað franska liðið megnaði bara ikki at raka málið. Skrivar Handnews.fr.