Heðin tekur fegin eitt tørn afturat

– Eg eri væl fyri og havi nógvar verkætlanir, sum skulu avsluttast, tí stilli eg uppaftur, sigur Heðin Mortensen, sum hevur verið býráðslimur í Havn í 52 ár og borgarstjóri í 16 ár.

Hann stillar uppaftur á býráðsvalinum 12. november, hóast tað hevur ljóðað, at »The Grand Old Man« í Tórshavnar býráð nú fór at gevast. Og tað er rætt, at hann hevur umhugsað at gevast, men nú er støðan endaliga tikin: Heðin Mortensen stillar upp einaferð afturat, men tað verður síðust ferð, sigur borgarstjórin í Havn í 16 ár, Heðin Mortensen.

– Tað er fyri at enda allar tær góðu verkætlanirnar, sum vit hava sett í gongd og sum vit hava sett okkum fyri skulu gjøgnumførast. Tað er ein avbjóðing í sær sjálvum, men eg vil siga tað soleiðis, at tað tú ert so væl fyri, og tú hevur nakað at bjóða borgarunum, so haldi eg, at eg eigi at taka eitt skeið afturat, sum so verður tað síðsta skeiðið hjá mær, um veljarin vil hava meg.

– Eg havi brúkt alt lívið upp á býráðið, Havnini og Tórshavnar kommuna er tað fremsta hjá mær, og eg vil fegin hava, at Havnin er fyrst og fremst, sigur Heðin Mortensen.

Hann vísir á, at tað ongantíð er hent so nógv í Tórshavnar kommunu, sum seinastu fýra árini. Og at tað eru hesar stóru verkætlanir, sum hann fegin vil vera við til at føra á mál.

##med2##

– Vit kunnu taka innkomuvegi, tunnilin, Marknagil, stórhøllina Við Tjarnir. Vit gera eini 50 vinnustykki á Sandvíkahjalla, vit byggja eina borgarahøll í Kaldbak. Vit hava langhylin, sum skal takast í nýtslu, og so sjálvandi tað stóru verkætlanina, sum vit eru í ferð við at seta í gongd - at byggja 16 eldraíbúðir til hjún, sum skulu byggjast saman við einum ellisheimi og sum fer at liggja við síðuan av Urd. Har verða 64 búpláss til eldri pluss 16 íbúðir, sum helst er tann størsta verkætlanin við eldraíbúðum nakrantíð, ein størri verkætlan enn Boðanesheimið, sigur Heðin Mortensen.

– Hetta er neyðugt at gera. Vit fyglja við alla tíðina og byggja út, so vit ikki eru í uppisetri við tílíkum heimum. Fólk skulu kunnu búgva heima sum longst, men so skulu vit lofta borgarunum, tá teir ikki klára tað meira, og tey eldru skulu hava bestu umstøður sum hugsast, kann, sigur Heðin Mortensen.

 

##med4##

##med5##

##med6##

 

##med3##