Her ber til at stroyma Vísindavøku

Nú klokkan 8.30 fer Vísindavøkan 2023 av bakkastokki. Hon verður í Sjóvinnuhúsinum í Havn.

Á skránni verða framløgur, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt taka støði í gransking og nýskapan.

 

Framløgur verða í Konghshøll frá kl. 8.30 til kl. 15.30, eini 20 í alt.

 

Á Svalanum kring matstovuna Silo skipa granskarar og onnur fyri samvirknum tiltøk til stórar skúlanæmingar og annars øll, sum hava hug at royna seg.

 

Niðast í bygninginum verða eisini tiltøk fyri stór og smá. Næmingar og lærarar á Glasi gera royndir í øðrum rúminum, meðan Havstovan sýnir fram ymsar fiskar o.a. í hinum rúminum.

 

Kl. 15.30 verður miðlafagnaður við snarrøðukapping, tónleiki og handan av heiðursløn fyri bestu almennu miðling av gransking.

 

Stroymt verður beinleiðis frá framløgunum niðanfyri

 

##med2##

 

KVF tekur framløgurnar upp og sendir tær seinni í vetur og í vár.