Hetta var ársins endaspurtur

6-mannafør menn: Eftir at hava verið skutin aftanfyri vann Sundabáturin seg í endasputinum tað mesta av einari hálvari bátslongd framum

Vinnarin var tann sami, sum hann hevur verið undanfarnu ferðirnar. Men kappiingin var størri í dag, enn hon higartil hevur verið í ár.

 

Sundabáturin vann, og Sundabáturin er nú stórfavorittur at vinna FM.

 

Undanfarnu ferðirnar hevur Skúgvur úr Sandavági roynt at bjóða favorittunum úr Norðdepli og Hvannasundi av, men tað er ikki eydnast vágamonnum at vinna.

 

Heldur ikki í dag eydnaðist tað bátinum úr Sandavági at vinna, men kappingin í dag var meiri spennandi, enn hon hevur verið.

 

Sundabáturin legði bragdliga fyri, og Sundabáturin var størsta partin av teininum fremstur.

 

Áðrenn Sundabáturin fór undir endaspurtin, settu teir umborð á Skúgvi føtur í bekk, og tað munaði av álvara. Eftir at hava verið skutin aftanfyri favorittarnar norðan úr Tronganum, legði Skúgvur seg hálvan skut á odda.

 

So svaraði Sundabáturin aftur. Endaspurturin var øgiligur, og á málinum var Sundabáturin eina hálva bátslongd fyrr um málstrikuna enn Skúgvur.

 

 

 

1 Sundabáturin (NHR)04:52.02+00.007 
2 Skúgvur (SÍF)04:53.13+01.116 
3 Víkingur (HR)04:54.34+02.325 
4 Strálan (Strálan)04:57.17+05.154 
5 Sølmundur (NSÍ)04:59.29+07.273 
6 Herningur (RK)04:59.47+07.452 
7 Norðstovudánjal (SR)05:00.14+08.121 
8 Gongurólvur (HR)05:02.36+10.340 
9 Fortuna (VÍF)05:04.10+12.080 
10 Sjódrekin (Skála)05:07.13+15.110 
11 Hósvikingur (HVR)05:07.47+15.450

 

https://rsfurslit.fo/

 

1 Sundabáturin (NHR)535 
2 Skúgvur (SÍF)530 
3 Sølmundur (NSÍ)521 
4 Víkingur (HR)516 
5 Gongurólvur (HR)515 
6 Strálan (Strálan)513 
7 Norðstovudánjal (SR)55 
8 Herningur (RK)23 
9 Hvessingur (HSR)31 
10 Sjódrekin (Skála)51 
11 Jarnbardur (RK)10 
12 Páll Fangi (KRF)10 
13 Hósvikingur (HVR)20 
14 Fortuna (VÍF)40