HM: Ísland skal spæla um 25. plássið - Grønland um 31. plássið

Ísland vann niðara millumbólki 1. Grønland endaði aftast

Okkara grannar, Ísland og Grønland hava kappast í niðara millumspælinum í HM-endaspælinum hjá kvinnum.

 

Ísland hevur vunnið bólk 1. Í dag vann Ísland í bólkafinaluni 30-23 (13-11) á Kina.

 

Grønland fekk sítt frægasta úrslit higartil, tá tær taptu tepurt 19-21 (9-11) fyri Paraguay.

 

Hetta merkir, at Ísland skal spæla finalu um 25. plássið, har ein finalusigur hevði merkt, at Ísland vinnur President´s Cup. Finalan verður móti Kongo, ið vann bólk 2.

 

Grønland skal spæla dyst um 31. plássið móti Iran.

 

Ísland spælir móti Kongo komandi mikukvøld klokkan 19.30. Sama dag klokkan 12 spælir Grønland móti Iran.

 

HER ber til at síggja samandráttin hjá altjóða hondbóltssambandinum frá dystinum Grønland tapti 19-21 fyri Paraguay:

 

##med2##