Jarnbardur er gullskrýddur

6-mannafør kvinnur: Aftur í dag var sigurin øgiliga sannførandi

Tað var uppvísningur bæði so og so, tá ið Jarnbardur í stórum stíli vann kappingina millum 6-mannaførini við kvinnum, um tað ber til at tosa um kapping.

 

Jarnbardur var fleiri bátslongdir á málinum undan Glyvrabátinum, sum var næstfremstur.

 

Hetta er 20. ferðin, at kvinnurnar umborð á Jarnbardi vinna FM, og eftir trygga sigurin á ólavsøku smoygdu tær allar seg í gullham og markeraðu meistaraheiti og ólavsøkusigur.

 

1 Jarnbardur (RK)04:50.33+00.007 
2 Glyvrabáturin (NSÍ)05:01.24+10.916 
3 Gongurólvur (HR)05:03.42+13.095 
4 Hósvíkingur (HVR)05:07.21+16.884 
5 Víkingur (HR)05:15.03+24.703

 

 

 

1 Jarnbardur (RK)749 
2 Glyvrabáturin (NSÍ)529 
3 Hósvíkingur (HVR)628 
4 Gongurólvur (HR)316 
5 Tvørabáturin (FSR)314 
6 Víkingur (HR)311 
7 Fortuna (VÍF)27

 

https://rsfurslit.fo/