Kina eigur heimsins størsta aliskip fyri 555 milliónir

Kinesiska aliskipið Suhai no. 1 skal kunna ala 8000 tons av laksi um árið, og skipið kostar umleið 555 milliónir krónur at byggja

Eitt skip á 130.000 tons - Suhai no. 1 - er sjósett í Kina, og hetta er eitt skip, sum skal ala laks í Gulahavinum. 

 

Sambært iLaks, sum skrivar um skipið, er hetta heimsins størsta aliskip - 249,8 metrar langt og 45 metrar breitt.

 

Skipið skal nú roynast, áðrenn tað í heyst verður tikið í brúk sum aliskip - í einari sonevndari offshore alivinnu. 

 

iLaks hevur áður skrivað um fleiri kinesisk aliskip og pallar, men felags fyri hesar verkætlanir er, at her hevur ikki verið talan um laksaaling.

 

Kinesiska aliskipið Suhai no. 1 skal kunna ala stívliga 8000 tons av laksi um árið, og skipið kostar umleið 555 milliónir krónur at byggja.

 

Lagt verður aftrat, at skipið hevur eina vatnnøgd á 83.000 rúmmetrar.

 

##med2##

 

Lesið eisini - https://ilaks.no/130-000-tonner-sjosatt-i-kina-den-skal-oppdrette-laks-i-gulehavet/