Kina innflutti 1.846 tons av feskum norskum laksi í stuttu páskavikuni í ár, og tað er meira enn fremsti laksakundin hjá Noregi - Póllandi - gjørdi í sama tíðarskeiði.
Norsk útflutningshagtøl vísa nevniliga, at samlaða nøgdin av laksi, sum fór til Póllands um páskirnar, var 1.665 tons.
iLaks veit at siga, at Kina hevur tvífaldað innflutningin av norskum laksi higartil í ár, og í sama tíðarskeiði er polski marknaðurin vaksin við 13 prosentum.
- Samstundis gjalda kinesarar munandi meira fyri fiskin enn póllendingar, og kinesarum dáma best stóran laks, sum í Kina hevur ein hægri prís, enn smái laksurin hevur.
Tað eru fleiri enn 10 norskar krónur á muni á prísinum, sum Kina letur og so prísinum, sum Pólland letur fyri norskan laks.
Men, flutningsútreiðslurnar úr Noregi til Kina eru sjálvsagt munandi hægri enn útreiðslurnar til Póllands.
Meginparturin av norska laksinum til Póllands fer í lastbilum, meðan feski laksurin til Kina serliga fer við farmaflogførum.
iLaks veit at siga, at higartil í ár hevur Kina keypt 24.805 tons av feskum norskum laksi, og tá er Hong Kong íroknað, og Pólland hevur keypt 33.074 tons.
- Tilsamans hevur Noreg higartil í ár útflutt 405.591 tons av laksi, umroknað til runda vekt. Um somu tíð í fjør var nøgdin 347.263 tons, veit iLaks at siga.