Kjósin er meistari

5-mannafør kvinnur: Tær úr Kollafirði vunnu ólavsøkuróðurin og harvið eisini FM heitið

Tað er av fagrastu líkindum at rógva kapp á Havnarvág.

 

FM kapping var millum kvinnurnar úr Klaksvík umborð á Fípuni Føgru og tær úr Kollafirði umborð á Kjósini.

 

Kjósin var undan dagsins róðri tvey stig undan Fípuni Føgru, og í róðrinum var eingin ivi, hóast Fípan Fagra átti besta startin og í endaspurtinum var fremst.

 

Men tað var skjótt, at Kjósin vendi tingunum á høvdið. Kjósin tók skjótt Fípuna Føgru, og so var spurningurin bara, hvussu sannførandi sigurin hjá FM favorittunum fór at verða. Kjósin var eina bátslongd fremst, áðrenn teinurin var hálvrógvin, og fram ímóti málinum øktist munurin til tað mesta av tveimum bátslongdum.

 

Fípan Fagra endaði næstfremst bæði í dag og í FM kappingini. Men tað var stór kapping um næstfremsta plássið. Fípan Fagra var bara eitt vet undan Leikalind.

 

1 Kjósin (KÍF)04:53.27+00.007 
2 Fípan Fagra (KRF)04:56.31+03.046 
3 Leikalind (TIND)04:56.41+03.145 
4 Erla Kongsdóttir (ÍF)05:02.18+08.914 
5 Tjaldrið (NSÍ)05:02.39+09.123 
6 Blikur (AR)05:04.14+10.872 
7 Havfrúgvin (VÍF)05:10.46+17.191 
8 Svanur (Skála)05:11.15+17.880 
9 Spógvin (NSÍ)05:15.04+21.770 
1 Kjósin (KÍF)747 
2 Fípan Fagra (KRF)744 
3 Leikalind (TIND)733 
4 Erla Kongsdóttir (ÍF)725 
5 Tjaldrið (NSÍ)725 
6 Blikur (AR)711 
7 Svanur (Skála)710 
8 Havfrúgvin (VÍF)61 
9 Spógvin (NSÍ)60

 

 

 

https://rsfurslit.fo/