Undan róðrinum á Skála í dag var tað javnt í stigum millum Kjósina úr Kollafirði og Fípuna Føgru úr Klaksvík. Báðir bátarnir høvdu 26 stig, og tað eru bara hesir báðir bátarnir, sum eru í kapping um FM heitið.
Eftir róðurin í dag er Kjósin úr Kollafirði stórfavorittur at vinna FM, hóast tað bara er eitt stig á muni millum hesar báðar bátarnar.
Fípan Fagra legði seg beinanvegin á odda, og Fípan var fremst, inntil málið var meiri enn hálvrógvið. So táttaðu tær úr Kollafirði av álvara í. Fjarstøðan millum teir báðar fremstu minkaði støðugt, og áðrenn farið varð undir endaspurtin, lógu hesir báðir fremstu bátarnir stavn um stavn.
Í endaspurtinum munaðu tøkini hjá Kjósini betur, og munurin øktist frá stórum skuti og til hálva bátslongd og meiri enn eina bátslongd.
1 | Kjósin (KÍF) | 05:16.35 | +00.00 | 7 | ||
2 | Fípan Fagra (KRF) | 05:19.13 | +02.78 | 6 | ||
3 | Leikalind (TIND) | 05:22.32 | +05.97 | 5 | ||
4 | Erla Kongsdóttir (ÍF) | 05:23.36 | +07.01 | 4 | ||
5 | Svanur (Skála) | 05:24.16 | +07.81 | 3 | ||
6 | Tjaldrið (NSÍ) | 05:26.14 | +09.79 | 2 | ||
7 | Blikur (AR) | 05:28.43 | +12.08 | 1 | ||
8 | Havfrúgvin (VÍF) | 05:40.05 | +23.70 | 0 | ||
9 | Spógvin (NSÍ) | 05:42.42 | +26.07 | 0 |
1 | Kjósin (KÍF) | 5 | 33 | ||
2 | Fípan Fagra (KRF) | 5 | 32 | ||
3 | Leikalind (TIND) | 5 | 23 | ||
4 | Tjaldrið (NSÍ) | 5 | 18 | ||
5 | Erla Kongsdóttir (ÍF) | 5 | 18 | ||
6 | Svanur (Skála) | 5 | 8 | ||
7 | Blikur (AR) | 5 | 8 | ||
8 | Havfrúgvin (VÍF) | 4 | 0 | ||
9 | Spógvin (NSÍ) | 4 | 0 |