La Liga dómari dømir dystin hjá KÍ í Luksemborg

33 ára gamal spaniumaður skal leiða dystin millum Differdange og KÍ

 

 

 

Í kvøld klokkan 18 spælir KÍ seinna dystin í fyrsta undanumfarinum í Champions League móti Differdange úr Luksemborg.

 

KÍ vann fyrra dystin á vøllinum við Djúpumýru 2-0. Tá var KÍ favorittur.

 

Tað verður ein La Liga dómari, ið verður høvuðsdómari til dystin millum Differdange og KÍ.

 

33 ára gamli Javier Alberola Rojas hevur dømt dystir La Liga síðani 2017, og skuldi tað tí verið ein hampuliga væl royndur dómari KÍ fær til dystin í kvøld. 

 

Javier Alberola Rojas byrjaði at døma í triðbestu sponsku deildini í 2013, og í næstbestu deildini í 2015. Sama árið slapp hann eisini at døma dystir í sponsku steypakappingini. Og seinastu sjey árini hevur hann so dømt dystir í bestu sponsku deildini.

 

Altjóða royndir hevur Javier Alberola Rojas tó ikki so nógvar, men La Liga boðar frá einum góðum støði.

 

FC DIFFERDANGE 03 (LUX) [0-2] KÍ KLAKSVÍK (FRO)

Dómari: Javier Alberola Rojas ESP

Hjálpardómari 1: Alfredo Rodríguez Moreno ESP

Hjálpardómari 2: José Enrique Naranjo Pérez ESP

Fjórði dómari: Francisco José Hernández Maeso ESP

VAR dómari: César Soto Grado ESP

Hjálpar VAR dómari: Jorge Figueroa Vázquez ESP

UEFA dómaraeygleiðari: Martin Atkinson ENG

UEFA umboð: Artur Azaryan ARM