Myndina eigur: Salmon Evolution

Landaling hevur stóran týdning fyri víðari menning

- Fíggjarmarknaðurin er ógvuliga upptikin av landtíðar kørmum, og hetta er ikki minst galdandi fyri landaling, sum krevur stórar íløgur, sigur stjórin í Salmon Evolution

Myndina eigur: Salmon Evolution

- Uppafturlatingin fyri nýggjum umsóknum til landaling er eitt týdningarmikið signal til vinnuna.

 

Tað sigur stjórin í Salmon Evolution í Noregi, Trond Håkon Schaug-Pettersen, við heimasíðuna www.ilaks.no

 

Hann heldur, at tilgongdin hjá vinnuni aftur at kunna søkja um loyvi til landaling hevur tikið óneyðuga langa tíð.

 

- Hesum hevur verið bíðað eftir, tí hetta gevur vinnuni týdningarmiklar karmar til víðari menning av alingini.

 

Stjórin heldur, at víðarimenning av landalistøðum verður avgerandi fyri, at Noreg framhaldandi kann hava eina munandi aling fram við norsku strondini.

 

Salmon Evolution hevur fingið síni loyvi upp á pláss til útbygging av landalistøðini hjá felagnum, sum eisini sæst her á myndini omanfyri.

 

Tískil hevur langdrigni steðgur til landaling ikki beinleiðis havt avleiðingar fyri virksemið hjá Salmon Evolution, men Trond Håkon Schaug-Pettersen vísir á týdningin av, at vinnan sum heild hevur tryggar karmar.

 

- Fíggjarmarknaðurin er ógvuliga upptikin av landtíðar kørmum, og hetta er ikki minst galdandi fyri landaling, sum krevur stórar íløgur, sigur stjórin við www.ilaks.no

 

Við endan av fyrsta fjórðingsári næsta ár er ætlanin at seta út smolt í stigi tvey á Indre Harøy, og felagið væntar, at málið um eina samlaða laksaframleiðslu á 36.000 tons um árið verður rokkið.

 

- Okkara útbygging gongur sum ætlað. Vit eru í einari góðari gongd at røkka okkara vakstrarætlan, sigur stjórin, Trond Håkon Schaug-Pettersen. 

 

Í samrøðu við norska blaðið sigur hann seg vera nøgdan við nýggja regluverkið, og hann heldur, at hetta gevur vinnuni neyðugu langtíðarkarmarnar fyri henda partin av alivinnuni.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at ein av stóru fyrimununum við landaling er, at her er eingin laksalús og tískil slepst undan avlúsing, men slíkar útbyggingar á landi krevja stórar íløgur.

 

 

 

Myndina eigur: Salmon Evolution