Lena Anderssen spyr: “Dugir tú at tosa føroyskt?”

Í dag, fríggjadagin 4. oktober kemur fyrsta lagið av komandi føroyskt mæltu útgávuni hjá Lenu Anderssen á marknaðin.

Talan er um sangin “Dugir Tú At Tosa Føroyskt”, sum Lena hevur skrivað saman við manninum hjá sær Niclas Johannesen.

 

“Dugir Tú At Tosa Føroyskt” snýr seg um upplivingar og eygleiðingar, Lena hevði, tá hon sum næstan 17 ára gomul flutti úr Kanada til Føroya og kendi seg heilt fremmanda, hóast sínar føroysku røtur. Ein stór forðing var tað málsliga. Øll barnaárini – frá tí hon sum trý ára gomul flutti úr Føroyum til Kanada – var enskt tað málið som ráddi í gerandisdegnum, og hun dugdi bert nakrar fáar setningar á føroyskum – og slettis onki á donskum – tá hon møtti fyrsta dagin í studentaskúlanum í Hoydølum.

 

Tað er Niclas Johannesen, ið hevur framleitt lagið, meðan Óli Poulsen hevur mixað og mastrað.

 

##med2##

 

“Dugir Tú At Tosa Føroyskt” kann hoyrast her: https://lenaanderssen.hearnow.com/dugir-tú-at-tosa-føroyskt

 

Sangurin kann hoyrast her: https://lenaanderssen.hearnow.com/dugir-tú-at-tosa-føroyskt