Tíðindaskriv:
"‘Tað er anti-tónleikur...’ segði onkur, og av onkrari orsøk festust hesi orðini í mær. Tey fangaðu júst ta kensluna, eg hevði, tá eg gjørdi lagið" – sigur Helgi. Tað er eitt føroyskt teknó-hitt við einum skvetti av acid, gjørt í einum landi, har akustiski gittarin er vorðin ímyndin av ‘ordiligum’ tónleiki... tá ið alt, tú veruliga vilt hava, er teknó.
Teknó eigur lívið í mær er fyrsta útgávan hjá Helga í seks ár og fyrsta útgávan hjá honum á Tutl.
Orð, lag, framleiðsla og sangur eru alt eftir Helga (Dan Helgi Helgason í Gong). Brynjolfur á Heygum hevur ljóblandað, og Geoff Pesche hevur frumbandað lagið í Abbey Road Studios.
Permumyndin er tikin av Gwenäel Akira Helmsdal Carré, sum eisini filmaði sjónbandalagið. Helgi hevur klipt og sett tað saman. Allan Hjorth gjørdi hár og smyrsl, og Heidi Andreasen hevur staðið fyri grafiska samleikanum.
Við staklagnum fylgir eisini eitt eyka lag – eitt remiks av Paradís frá 2019, gjørt av Tareq, sum er annar partur av DJ- og framleiðsluduoini Boys’ Shorts.
"Vit komu fyrst í samband á netinum, og sum eg lærdi at kenna hansara tónleik, spurdi hann, um hann kundi remiksa Paradís. Sjálvandi segði eg ja," sigur Helgi. "Úrslitið? Ein banger – eitt orkuríkt remiks, har basslinjan førir lagið fram á leið. Tað kendist púra rætt at geva tað út saman við Teknó eigur lívið í mær."
Staklagið fæst á flestu stroymingartænastum, og sjónbandalagið sæst á YouTube.
Keyp/stroym: bfan.link/tekno-eigur-livid-i-maer /
##med2##
Meir kunning: www.helgimusic.com www.instagram.com/thehelgi www.facebook.com/helgimusic