Føroysku svimjararnir hava eisini gjørt sítt til, at Føroyar hava fingið tann besta einstaka dagin nakrantíð í 40 ára longu oyggjaleikasøguni.
Í skrivandi stund áðrenn badmintonfinalan millum Føroyar og Grønland er liðug, standa Føroyar við 32 heiðursmerkjum. 17 av teimum eru av gulli. Aftrat teimum koma níggju silvurheiðursmerki og seks bronsuheiðursmerki.
Svimjararnir hava í dag vunnið Føroyum átta heiðursmerki. Talan er um tvey gullheiðursmerki, trý silvurheiðursmerki og trý bronsuheiðursmerki.
Ísak Brisenfeldt vann gull í 200 metrar firvald við tíðini 1:59.46. Ísak vann eisini silvur í 200 metrar blandað við tíðini 2:02.08.
Líggjas Joensen vann gull í 1.500 metrar frí við tíðini 15:18.61. Silas Dam Lindberg vann bronsu í somu kapping við tíðini 16:05.78.
Bartal E. Eidesgaard vann silvur í 100 metrar bringu við tíðini 1:00.51. Talan var um nýtt føroyskt met. Undanfarna metið var 1.02.0.
Alisa Vestergaard vann silvur í 200 metrar frí við tíðini 2:04.98.
Lea Osberg Højsted vann bronsu í 50 metrar bringu við tíðini 32.22. Talan er um føroyskt met.
Elisabeth Erlendsdóttir, Lea Osberg Højsted, Alisa Vestergaard og Jonna Joensen vunnu bronsu í 4 x 50 metrar frí við tíðini 1:46.71.