Leo, pávi, mælir nú til, at friðarsamrøður verða millum Iran og Ísrael í krígnum, sum hevur tikið seg upp millum londini.
Hann heitir á bæði londini um at vísa "fornuft" - ella skil millum partarnar.
Hetta skriva útlendskir miðlar í morgun, eitt nú norska kringvarpið, NRK, sum endurgevur aðrar tíðindamiðlar.
Fríggjanáttina leyp Ísrael á fleiri mál í Iran, og í álopinum lótu í minsta lagi 80 fólk lív.
Millum tey deyðu vóru eitt nú leiðandi kjarnorkuserfrøðingar og leiðarin fyri iransku kollveltingarhirðuna.
Sagt verður eisini, at sivilfólk og harímillum børn lótu lív í ísraelska álopinum fríggjanáttina.
Iran hevur framt hevndarálop og hevur skotið bæði dronur og ballistiskar rakettir eftir málum í Ísrael.
Sagt verður, at higartil hava trý sivil fólk í Ísrael latið lív, og onnur eru løstað í iransku álopunum.
Tað, sum liggur aftanfyri ísraelsku álopini er, at Iran drálar við at skriva undir eina nýggja kjarnorkuvápnaavtalu.
Stúrt verður fyri, at Iran nærkast málinum, har tað verður ført fyri at framleiða kjarnorkuvápn við ríkaðum urani.
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/iran-meiningsleyst-at-samradast-um-kjarnorkuavtalu