Jólini hjá Róki í Jákupsstovu vera heilt serlig í ár. Hann hevur nevniliga blivin testaður positivur fyri koronu, nú hann hevur verið til eina svimjiráðstevnu í Abu Dhabi, sum er høvuðsstaðurin í Sameindu Arabisku Emiratunum. Av tí sama er hann nú strandaður har.
– Tíbetur havi eg bara mild sjúkueyðkenni, og tíbetur sær tað út til, at øll hini sleppa heim til jóla, skrivar hann á Facebook.
– Positiva úrslitið kom í gjár (aftaná negativt úrslit dagin fyri), og tá varð eg testaður sum ongantíð fyrr á sjúkrahúsi, og eg eri eftir øllum at døma spillfrískur, líka við undantaki av hesum korona, sigur Rókur í Jákupsstovu, sum er formaður í Svimjisambandi Føroya.
Hóast Rókur nú verður noyddur at halda jólini í sóttarhaldi í Abu Dhabi, tekur hann tað ikki tungt, tí sólin skínur, og hann fær góða service.
– Her eru læknar og sjúkrarøktarfrøðingar á 24-tíma-vakt, internetið er fínt, gestablídnið er óført, og eg havi balkong við útsikt til bæði fjøll og pálmar og jólatræ. Hvør veit, kanska eg fái eitt sindur av liti á beinini eisini, sigur hann.