Rókur í Jákupsstovu afturvaldur í European Aquatics

 

Til aðalfundin hjá europeiska svimjisambandinum, European Aquatics (fyrrverandi LEN), ið var í Grikska høvuðsstaðnum Athen leygardagin 27. januar, varð Rókur afturvaldur til nevndarlim.

 

Hetta er onnur seta, og sætið er til 2028.

 

Tað er umráðandi fyri norðanlond at hava síni umboð og stórt fyri Føroyar at hava eina rødd.

 

https://www.len.eu/european-aquatics-membership-unanimously-re-elects-antonio-silva-as-president-at-elective-congress-in-athens/