Skálamenn eiga framvegis metið

Tað verður neyvan í dag, at nýtt met verður sett í kappróðrinum á ólavsøku

Í dag verður punktum sett fyri kappróðrarárið. Tað er ólavsøkukappróður, og FM heiti í fleiri róðrum verður avgjørt í dag.

 

Eitt av FM heitunum, sum tað í spenningi verður bíða eftir, at tað verður kappast um, er tað hjá 10-mannaførunum.

 

Klaksvíkingur og Havnarbáturin fara at kappast um FM heitið. Báðir bátarnir hava 39 stig eftir seks teir fyrstu FM róðrarnar. Teir hava vunnið tríggjar ferðir í part, og teir eru endaði næstfremstir tríggjar ferðir í part.

 

Tað vil siga, at tann, sum verður fremri av Klaksvíkingi og Havnarbátinum í dag, verður FM vinnari.

 

Líkindini at rógva kapp eru heilt góð. Tað er turt, og lotið er einki at tosa um. Hann er útnyrðingur, og tí eru tað ikki serliga góðar vánir fyri, at talan verður um nýtt met í dag.

 

Skálabáturin eigur metið í kappingini millum 10-mannaførini á ólavsøku. Tað var í 1992, at tíðin hjá Skálabátinum var 3.52.00. So skjótt hevur eingin róð fyri ella síðani.

 

 

 

10-mannafør  
Vinnarar á ólavsøku 1973 - 2024 
ÁrÓlavsøkuvinnariTíð 
1973Havnarbáturineingin tíð 
1974Havnarbáturineingin tíð 
1975Havnarbáturin3 58 90 
1976Havnarbáturin4 03 00 
1977Havnarbáturin4 09 80 
1978Havnarbáturin4 10 00 
1979Nólsoyingur4 18 40 
1980Havnarbáturin4 15 60 
1981Tvørabáturin4 11 20 
1982Havnarbáturin3 58 10 
1983Nólsoyingur4 02 80 
1984Vestmenningur4 07 60 
1985Nólsoyingur4 32 10 
1986Nólsoyingur4 07 30 
1987Vestmenningur4 08 90 
1988Eysturoyingur4 02 60 
1989Nólsoyingur4 03 40 
1990Havnarbáturin4 12 20 
1991Skálabáturin3 58 80 
1992Skálabáturin3 52 00 
1993Skálabáturin3 59 72 
1994Skálabáturin3 58 24 
1995Skálabáturin4 11 19 
1996Havnarbáturin4 03 14 
1997Vestmenningur4 05 18 
1998Eysturoyingur4 16 18 
1999Eysturoyingur4 03 21 
2000Vestmenningur4 06 18 
2001Havnarbáturin3 52 03 
2002Vestmenningur4 06 07 
2003Nólsoyingur4 03 11 
2004Havnarbáturin4 05 02 
2005Eysturoyingur4 06 16 
2006Klaksvíkingur4 02 22 
2007Eysturoyingur4 07 06 
2008Havnarbáturin4 00 04 
2009Klaksvíkingur3 56 19 
2010Vestmenningur4 03 24 
2011Klaksvíkingur4 02 18 
2012Klaksvíkingur4 15 07 
2013Klaksvíkingur4 05 04 
2014Drekin Reyði4 03 21 
2015Klaksvíkingur4 13 06 
2016Ormurin Langi4 11 19 
2017Klaksvíkingur4 21 06 
2018Ormurin Langi4 15 23 
2019Ormurin Langi  
2020Ormurin Langi4 18 20 
2021Klaksvíkingur4 06 45 
2022Klaksvíkingur3 58 25 
2023Klaksvíkingur4 09 07 
2024Norðingur3 57 26