Fram ímóti málinum var tað eingin ivi. Sundabáturin fór á ólavsøku við fullum stigatali, og Sundabáturin fer av ólavsøku og norður aftur í Trongan við fullum stigatali og FM heitinum.
Í fínum líkindum var tað Sundabáturin, sum fekk besta startin, og Sundabáturin var fremstur allan tann stutta ólavsøkuteinin. Fram ímóti málinum var tað meiri enn ein bátslongd frá Sundabátinum og aftur til avbjóðararnar.
Tað var stór kapping um næstfyrsta plássið. Norðstovudánjal úr Sørvági vísti, at hann av álvara er komin fyri seg. Fyrr í summar var tað Skúgvur úr Sandavági, sum var næstfremstur og er vinnari av næstfremsta plássinum í FM kappingini.
Strálan av Strondum var næstfremst á vestanstevnu í Sørvági, og aftur í dag var Strálan næstfyrst á mál. Tað var í sera stórari kapping við Norðstovudánjal, sum á málinum bara var stavnin aftanfyri Stráluna.
Í FM kappingini vann Sundabáturin, Skúgvur, sum í dag endaði á fjórða plássi, vann silvur í FM kappingini, og so var tað javnt millum Stráluna og Sølmund, sum báðir endaðu við 25 stigum. Í dag var Sølmundur nummar fimm, og tá ið Strálan endaði nummar tvey í dag, so var tað Strálan, sum í FM kappingina vann bronsukrónurnar.
1 | Sundabáturin (NHR) | 04:28.10 | +00.00 | 7 | ||
2 | Strálan (Strálan) | 04:31.01 | +02.91 | 6 | ||
3 | Norðstovudánjal (SR) | 04:31.12 | +03.02 | 5 | ||
4 | Skúgvur (SÍF) | 04:31.30 | +03.20 | 4 | ||
5 | Sølmundur (NSÍ) | 04:33.07 | +04.97 | 3 | ||
6 | Víkingur (HR) | 04:35.41 | +07.31 | 2 | ||
7 | Herningur (RK) | 04:36.26 | +08.16 | 1 | ||
8 | Páll Fangi (KRF) | 04:37.02 | +08.92 | 0 | ||
9 | Gongurólvur (HR) | 04:37.31 | +09.21 | 0 | ||
10 | Sjódrekin (Skála) | 04:48.21 | +20.11 | 0 | ||
11 | Hósvikingur (HVR) | 04:53.47 | +25.37 | 0 | ||
12 | Lómur (AR) | 05:02.13 | +34.03 | 0 |
1 | Sundabáturin (NHR) | 7 | 49 | ||
2 | Skúgvur (SÍF) | 7 | 39 | ||
3 | Sølmundur (NSÍ) | 7 | 25 | ||
4 | Strálan (Strálan) | 7 | 25 | ||
5 | Víkingur (HR) | 7 | 23 | ||
6 | Gongurólvur (HR) | 7 | 17 | ||
7 | Norðstovudánjal (SR) | 7 | 13 | ||
8 | Herningur (RK) | 4 | 4 | ||
9 | Hvessingur (HSR) | 3 | 1 | ||
10 | Sjódrekin (Skála) | 7 | 1 | ||
11 | Jarnbardur (RK) | 1 | 0 | ||
12 | Lómur (AR) | 2 | 0 | ||
13 | Páll Fangi (KRF) | 3 | 0 | ||
14 | Fortuna (VÍF) | 4 | 0 | ||
15 | Hósvikingur (HVR) | 4 | 0 |