Tekur hugin frá privatum virkjum at byggja íbúðir

Fer Løgtingið at samtykkja hetta, fer tað at gera tað upp aftur minni lokkandi hjá privatum at byggja íbúðir

Tað er ikki ein kommunal uppgáva at tryggja vanligum fólki tak yvir høvdið. Tað sigur Føroya arbeiðsgevarafelag.

 

Løgtingið skal nú taka støðu til eitt uppskot um at víðka heimildirnar hjá kommunum at byggja íbúðir. Sum er, kunnu kommunur byggja íbúðir til eldri yvir 67 ár, men nú er ætlanin at tað skal bera til hjá kommunum at byggja til fólk sum eru niður í 64 ár, ella trý ár frá pensjónsaldri.

 

Men tað tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki undir við. Tey siga, at sostatt verður talan um, at kommunur kunnu byggja íbúðir til umleið ein fimting av øllum borgarum í Føroyum. Og tey halda ikki, at tað er ein kommunal uppgáva at tryggja fólki, sum annars eru væl fyri, tak yvir høvdið, tí tey siga, at tað er ein uppgáva, sum liggur betri í hondunum á teimum privatu.

 

Tey siga, at fáa kommunurnar hesa heimildina, fer tað eisini at gera tað uppaftur minni lokkandi hjá privatum at byggja íbúðir, tí gongdin er meiri og meiri tann vegin, at stór almenn feløg byggja íbúðir, við landskassanum í rygginum, og uttan at hava nakað krav um vanligt avkast av íløgunum.

 

– Heldur landsstýrið, at tað er tørvur á vanligum íbúðum til eldri, sum verandi bústaðarmarknaður ikki megnar at nøkta, eigur tað at vera almenna felagið, Bústaðir, sum stendur fyri tí, heldur enn at fáa enn fleiri almennar byggiharrar, heldur Arbeiðsgevarafelagið.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag spyr eisini um hetta merkir, at kommunurnar fáa púra fríar ræsur at byggja, ella um tað verður eitt krav um, at verætlanirnar skulu geva eitt vanligt avkast. Verður tað ikki eitt krav, fer tað at skeikla kappingina við tey privatu, sum byggja bústaðir, sigur felagið.