Trý nýggj filmsbrot til ABC fyri sálarliga heilsu

Síðan apríl 2021 hevur ein 3D animatiónsfilmur, ið greiðir frá boðskapinum í ABC fyri sálarliga heilsu, verið at sæð á ymiskum kunningarskíggjum kring landið, t.d. í bíðirúmum á Landssjúkrahúsinum og á sosialum miðlum.

 

Ein nýggj herferð verður framleidd til hvørja ABC viku, og til ABC vikuna í ár hevur Fólkaheilsustýrið avgjørt at halda fram við 3D universinum við stuttligu bláu og gulu figurunum. Filmsbrotini hesaferð eru málrættað til ung. Filmarnir taka støði í evninum fyri ABC vikuna í ár, ið er “Nærumhvørvið og eg – saman um sálarliga heilsu”. 

 

Tríggjar ymiskar løtumyndir

 

Høvuðsboðskapurin í filmunum er, at tað skal ikki so nógv til fyri at styrkja nærumhvørvið og trivnaðin og at hetta er nakað, vit kunnu gera í felag.

 

Fyrsti filmurin snýr seg um nakrar næmingar í einum fríkorteri, ið liggja og slappa av saman, uttan at koma hvørjum øðrum við - inntil ein fær eitt hugskot.

 

Næsti filmurin snýr seg um nøkur, ið ferðast í almenna rúminum og sita í hvør síni verð, inntil ein óheppin støða vekir ans og skapar møguleika fyri at vera virkin saman um felags áhugamál.

 

Triði filmurin snýr seg um, at tað at arbeiða fyri eini felags søk og vilja gera mun saman kann styrkja sálarligu heilsuna. 

 

Endamálið er, at filmsbrotini kunnu brúkast á ymiskum skíggjum á skúlum, í almenna rúminum, sosialum miðlum, í Gevið Gætur í Kringvarpinum og til framløgur og tiltøk.

 

Tað ber til at venda sær til Fólkaheilsustýrið fyri at fáa filmarnar til kunningarskíggjar o.a.

 

Filmarnir eru at síggja her:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##