Í morgin, hósdagin 24. apríl, fer sangkórið í Ebenezer í Havn uttanlands. Leiðin liggur til Skotlands, har kórið verður inntil mánadagin. Kórið fer at syngja bæði í Edinburgh og Aberdeen.
Hósdagin 24. apríl vera tvær konsertir í Edinburgh.
Tann fyrra er ein stutt uttandura konsert á The Mound klokkan 16:30. The Mound er plássið millum eystur og vestur PincesStreetGardens.
Seinna konsertin í morgin verður í Canongate Kirk klokkan 18:30.
Canongate Kirk er ein kirkja, sum av fyrstan tíð varð liðugt bygd 1691, og sum hevur ein sermerktan akustikk. Kirkjan liggur í Royal Mile økinum og nærhendis The Mound.
Fríggjadagin verður farið til Aberdeen, har kórið eisini hevur tvær konsertir.
Tann fyrra verður leygardagin klokkan 19:00, tá kórið syngur í Hebron Evangelical Church.
Hetta er ein samkoma, har fleiri føroyingar eru komnir í seinnu árini.
Og sunnudagin klokkan 16:00 syngur kórið í Fernielea Gospel Hall. Hetta er eisini ein samkoma, har føroyingar koma.
##med2##
Ebenezerkórið
Síðani byrjanina í 1937 hevur Ebenezerkórið regluliga luttikið á møtum og til onnur høvi í Ebenezer og kring landið.
Kórið hevur verið uttanlands og sungið fleiri ferðir. Fyrsta uttanlandsferðin var í 1948 og var júst til Aberdeen. Tað hevur ivaleyst verið so sum so við hentleikum hjá teimum umleið 20 sangarunum, tí ferðast varð við trolaranum Føroyingi.
Í 1970 og 1972 var kórið aftur í Aberdeen, so hendan ferðin er tann fjórða, har vitjað verður í Aberdeen.
Men kórið hevur verið fleiri aðrar uttanlandsferðir – eitt nú í Íslandi, Norra, Skotlandi, Rumenia, Týsklandi, Ungarn, Ísrael og Danmark. Í 2007 var kórið í Onglandi og sang eitt nú í Royal Albert Hall í London
Vanliga sangskráin hjá kórinum er sálmar og sangir á føroyskum – eldri og nýggjari. Tað verður sangskráin eisini á hesi ferðini í Skotlandi – tó verður fyri tað mesta sungið á enskum.
Leiðorðið hjá kórinum á ferðini er úr Sálmi 135:3: Lovið Harranum, tí Harrin er góður!
Lovsyngið navni Hansara, tí tað er lívsælt!
Umleið 50 sangarar eru í Ebenezerkórinum. Kórleiðarar eru Jens Chr Guttesen og Marjun Wolles.
Klaver: Jóannes á Váli, Henry Olsen, Finnur Marstein og Mattias Ljósheim.
Ferðalagið telur tilsamans 66 fólk.