Brúkiligur upsafiskiskapur

- Flestu partrolarapør koma inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

Í løtuni fiska trý partrolarapør upsa og annan hvítfisk, og tvey partrolarapør fiska gulllaks.

 

- Fiskiskapurin eftir upsa er brúkiligur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Flestu partrolarapør koma inn at landa í vikuni sum kemur.

 

Av djúpvatnstrolarunum fiska tveir svartkalva, harav annar eisini hevur fiskað á Íslandsrygginum. 

 

- Ein frystitrolari fiskar undir Føroyum, og ein fiskar í Eysturgrønlandi. Báðir fiska svartkalva.

 

Tveir av teimum smáu trolbátunum eru eisini til fiskiskap í løtuni.

 

- Ein er norðan fyri og fær mest av toski, hýsu og flatfiski. Ein er á landleiðini og fær mest av flatfiski og toski. 

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at báðir trolbátarnir koma inn at landa í næstu viku.