Símun Gullaksen, bóndi og fyriskipari av Floksmannadegnum og Johan Mortensen, íbirtari, standa fyri spennandi royndunum við skinkunum, og ætlanir eru eisini um eitt ostaprojekt

Útflutningur av landbúnaðarvørum eitt gott íkast

- Tað er framvegis ikki loyvt at útflyta føroyskar landbúnaðarvørur. Fæst útflutningur í lag, kundi hetta verið eitt munandi íkast til útoyggjarnar

Símun Gullaksen, bóndi og fyriskipari av Floksmannadegnum og Johan Mortensen, íbirtari, standa fyri spennandi royndunum við skinkunum, og ætlanir eru eisini um eitt ostaprojekt

Á Floksmannadegnum í Hattarvík í Fugloy síðst í juni varð "floksmannaskinkan" - við spenningi - roynd á tiltakinum.

 

Skinkurnar hava hingið til turkingar í Fugloy í tilsamans 18 mánaðir og skuldu nú roynast á stóra tiltakinum í Hattarvík.

 

Yvirhøvur dámdi fólki væl smakkin á nýggju og fesku skinkuni. Ein slík skinka vigar um 10 kilo.

 

- Tá skinkan hevur hingið í eitt ár aftrat, fær hon ein enn meira karakterfullan og djúpan smakk.

 

Soleiðis siga fólk, sum hava skil fyri og vita um skinkurnar í Hattarvík at siga.

 

- Tað ber sera væl til at turka skinku í Hattarvík, og ætlanir eru eisini um at fara undir eitt spennandi ostaprojekt har úti. 

 

##med2##

 

Símun Gullaksen, bóndi í Hattarvík og fyriskipari av Floksmannadegnum og Johan Mortensen, íbirtari, standa fyri royndunum við skinkunum.

 

Teir eru væl nøgdir við royndirnar higartil, men harmast um, at tað framvegis ikki er loyvt at útflyta føroyskar landbúnaðarvørur.

 

- Fæst útflutningur í lag, kundi hetta verið eitt munandi íkast til útoyggjarnar. Tískil vóna vit, at landsstýriskvinnan fer at loysa hetta mál, siga teir báðir.

 

##med3##

 

 

 

 

 

Símun Gullaksen, bóndi og fyriskipari av Floksmannadegnum og Johan Mortensen, íbirtari, standa fyri spennandi royndunum við skinkunum, og ætlanir eru eisini um eitt ostaprojekt