Várróðurin var rímiliga góður hjá fleiri útróðrarbátum við snellu í ár, og bátar fingu í løtum væl av fiski. Árstíðirnar til útróður eru ymiskar, og summarið er vanliga ikki besta tíðin til útróður

Útróðrarbátar hava aftur brúkiligan fiskiskap

Trý frystilínuskip fiska undir Føroyum, og fýra eru á Flemish Kap. Eitt fiskar í altjóða sjógvi

Várróðurin var rímiliga góður hjá fleiri útróðrarbátum við snellu í ár, og bátar fingu í løtum væl av fiski. Árstíðirnar til útróður eru ymiskar, og summarið er vanliga ikki besta tíðin til útróður

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at eitt ísfiskalínuskip fiskar vestanfyri og norðanfyri og kemur helst inn at landa í endanum av næstu viku.

 

Av frystilínuskipunum fiska trý undir Føroyum, eitt er í altjóða sjógvi, og fýra eru á Flemish Kap.

 

- Línuskipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu, verður lagt aftrat.

 

Á Flemish Kap plagar veiðan at vera mest toskur.

 

Um útlitini til útróður næstu dagarnar verður sagt, at streymurin er hampiligur, men harðnar, sum næsta vika gongur, og veðrið verður ivasamt fyrst í næstu viku.

 

- Vit vænta tískil ikki so nógvan útróður í næstu viku. Útróðrarbátar hava brúkiligan fiskiskap, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga um teir komandi dagarnar.

 

 

 

Várróðurin var rímiliga góður hjá fleiri útróðrarbátum við snellu í ár, og bátar fingu í løtum væl av fiski. Árstíðirnar til útróður eru ymiskar, og summarið er vanliga ikki besta tíðin til útróður