Myndin er av Facebook-vanganum hjá frystilínuskipinum, Klakki, og myndin er tilvildarlig

Vænta nógvan útróður hesa vikuna

Í løtuni eru trý frystilínuskip undir Føroyum, og fimm eru á Flemish Kap

Myndin er av Facebook-vanganum hjá frystilínuskipinum, Klakki, og myndin er tilvildarlig

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at ísfiskalínuskipið, sum er til fiskiskap, kemur inn at landa síðst í hesi vikuni.

Av stórum ísfiskalínuskipum í føroyska fiskiskipaflotanum eru bert heilt fá eftir, men nøkur smærri línuskip eru, sum hava egningarmaskinu.

Smærru línuskipini við egningarmaskinu verða vanliga ikki umrødd í frásøgnini hjá Fiskamarknaði Føroya.

Av frystilínuskipunum, fiska trý í løtuni í føroyskum sjógvi, og fimm eru á Flemish Kap.

- Frystilínuskipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu, og nøkur frystiskip koma inn at landa í vikuni.

Um útlitini til útróður hesa vikuna, verður sagt, at streymurin verður brúkiligur, og veðrið verður gott.

- So, vit rokna við nógvum útróðri, og útróðrarbátar hava brúkiligan fiskiskap, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

Myndin er av Facebook-vanganum hjá frystilínuskipinum, Klakki, og myndin er tilvildarlig