Í dag hátíðarhalda íslendingar, at 80 ár eru liðin síðani landið gjørdist lýðveldið.
20. mai í 1944 var fólkaatkvøða, har nærum 99 prosent av íslendsku veljarunum tóku lut. 97 prosent av íslendsku veljarunum tóku undir við at skipa Ísland sum lýðveldið.
35.000 fólk komu saman á Þingvellum 17. juni í 1944 at hátíðarhalda lýðveldið. Dagin eftir var stórt hátíðarhald í Reykjavík.
Ísland var í personalunión við Danmark frá 1. desember 1918 til 17. juni í 1944. Ísland gjørdist í 1918 ein suverenur statur, men deildi kongshús, uttanríkismál og sendistovur við Danmark. Ísland hevði heimastýrið (heimastjórn) millum 1904 og 1918.
Sveinn Björnsson (1881-1952) var fyrsti forseti Íslands, árini 1944-1952.
HER ber til at síggja og hoyra forkunnug filmsbrot og ljóðbrot frá fólkaatkvøðuni 20. mai í 1944, og frá hátíðarhaldunum 17. og 18. juni í 1944. Fyri tey sum ikki skilja so væl íslendskt ber til at trýsta á "CC". Við at trýsta á "CC" síggjast enskir undirtekstir til frásøgnina í filminum.
##med2##